Grindadráp hevur ikki nakra serliga ávirkan á áhugan hjá útlendingum at koma til Føroya.
Tað er niðursøðan hjá ferðavinnuni í Føroyum.
Tað verður annars mangan hildið upp á, at grindadrápið kann forkoma ferðavinnuni í Føroyum, sum annars hevur sett sær so glæsilig mál, at hon skal tvífaldast hesi næstu fáu árini.
Hildur Djurhuus, deildarleiðari á 62 Norð, sigur, at har merkja tey at kalla púra einki til grindadráp.
– Tey ferðafólk, vit eru í samband við, og tey ferðafólk, sum eru í Føroyum, taka ikki grindadráp upp á tunguna og tað fær tey ikki at setast aftur.
– Men hinvegin er tað eisini hugsandi, at tey, sum eru ímóti grindadrápi, ikki seta seg í samband við okkum, leggur hon afturat.
Link:
Útlendsk ferðafólk ræðast ikki grindadráp