Næmingarnir hildu at tað var garvilt

Níggjundi flokkur í Skúlanun við Løkin hevur havt eina heila skúlaviku, har tey hvørki hava brúkt fartelefon ella internet í skúlanum yvirhøvur.

Lærarin fekk hugskotið á eini ferð í Finnlandi og tá ið hon kom heimaftur, tosaði hon við næmingarnar um tað.

– Teir vóru við uppá tað. Men teir hildu tað vera rættiliga klikkað at fara undir eina slíka roynd og tey føldu seg rættilga djørv.

Men royndin gekst væl, sigur lærarin.

Ein munur, hon merkti, var, at tað varð nógv meiri prát enn tað plagdi vera.

Nú sigur hon, at aðrir flokkar spyrja, um tey ikki eisini kunnu sleppa at royna tað sama.

Link:
Næmingarnir hildu at tað var garvilt

Author: TOF field