Blóðpylsumuffins

Flestu foreldur vita, hvussu avbjóðandi tað kann vera, at smyrja ein matpakka, sum børnini tíma at eta í barnagarði og skúla. Og vit skilja øll, at turrar rugbreyðsflísar við livurpostei ella osti ikki altíð eru so matarlystarkveikjandi.

Nøkur føroysk foreldur eru nú farnar nýggjar leiðir og blóðpylsumuffins man vera eitt tað nýggjasta á marknaðinum.

Sambært teimum, ið baka, so er tað ein vanlig blóðpylsuuppskrift við rosinum. Stoyt so deiggið í formarnar og steik í ovninum.

Børnini elska tað, sigst, eisini kalt.

So er bara at minnast til, hvørjar muffins eru blóðpylsa og hvørjar eru sjokuláta, tá gestir koma á vitjan.

Link:
Blóðpylsumuffins

Author: TOF field