Verður ein vøra keypt uttanlands, kann keyparin vanliga boða frá breki í upp til tvey ár eftir at vøran er keypt.
Men er vøran keypt frá seljara í Føroyum, er tíðin at boða frá breki eitt ár.
Mett verður, at hetta eggjar fólki til at keypa uttanlands heldur enn í Føroyum, tí trygdin er betri.
Men nú verður tað eisini broytt í Føroyum, so at freistin at boða frá breki, eisini verður tvey ár í Føroyum.
Men verður boðað frá breki í seinasta lagi seks mánaðir eftir at vøran er keypt, er tað, sum nú er, keyparin sum skal prógva, at vøran hevði brek, tá ið hon varð keypt.
Men hereftir verður tað seljarin sum skal prógva, at vøran var ílagi, tá ið hon varð keypt, so eisini í hesum sambandi verður trygdin hjá brúkarunum betri.
Link:
Nú fáa vit nógv betri rætt tá ið vit keypa