Bilførarar seta lív og heilsu í vanda í morgun

Fólk hjá Landsverki grava tað, tey eru ment fyri at koma teimum til hjálpar, men tað tekur sína tíð. Onkur smærri ferðsluóhapp hava eisini verið, men talan er bert um smávegis materiellan skaða.

– Tað eru nógv fólk farið til verka í morgun, sigur løgreglan og hjá løgregluni ringir telefonin titt, har fólk kæra sína neyð.

Ein sjúkrabilur, sum skuldi vestur í Vágar eftir einum sjúklingi, stóð eisini fastur í morgun og mátti fáa hjálp frá eini gravimaskinu hjá Landsverki fyri at sleppa leysur aftur.

Jan Poulsen sigur, at tað ymiskt, hvussu støðan er. Í Vestmanna eru sera vánalig líkindi, tað er ikki koyrandi um Sandavágsháls og líkindini eru eisini sera vánalig í Eysturoy og í Norðstreymoy.
– Ráðini eru, at er tað ikki lívsneyðugt at koyra, eiga fólk at lata vera við at koyra og tað er galdandi fyri at kalla alt landið, sigur løgreglan

Annars er siglingin hjá Strandferðsluni illa darvað av veðrinum og Bygdaleiðir gevast at koyra, og harumframt er flogferðslan er eisini darvað.

Link:
Bilførarar seta lív og heilsu í vanda í morgun

Author: TOF field