10 ára gamal og byrjar nýtt ítróttarfelag

Týsdagin 14.apríl byrjar stríðsítróttargreinin Taekwondo í Søldarfjarðar skúla, og høvuðsvenjarin er 10 ára gamli Høgni Kunoy Dávason, sum sjálvur hevur svart belti í Taekwondo og hevur íðka síðani hann var seks ára gamal.

Familjan flutti til Føroyar at búgva fyri jól, og Høgni hevur saknað at íðka Teakwondo. Hóast sín unga aldur hevur Høgni arbeitt sum bæði fyrsti venjari og sum hjalparvenjari í avíkavist Danmark og Singapore, og hevur leingi havt hendan dreymin um at byrja sítt egna felag.

– Um dreymarnir eru soleiðis at tað ber til so er ongin grund til at sláa teir niður, sigur mamma Høgna, Noomi Kunoy Heradóttir, álvarsom. Hatta kann bara gera gott fyri okkum øll, og vit fara bæði foreldrini og systrarnar at ganga til venjing.

Taekwondo hevur sín uppruna í Korea, og í ítróttinum verður stórur dentur lagdur á tann asiatiska hugsunarhátint og lívstílin. Hesin fremur heilsu, vælverðu, virðing, lýdni og eyðmjúkleika. Hesi virðini eru rótfest í Taekwondo.

Link:
10 ára gamal og byrjar nýtt ítróttarfelag

Author: TOF field