Tvøst inniheldur serliga nógv selen, sum er evnafrøðilig bundið í samrunar, ið hindra niðurbróting av lívstýðandi mýlum og reinsar kroppin fyri eiturevni.
Dálkingarevni í grindahvali væl kend
Grindahvalurin í norðurhøvum er vorðin illa dálkaður ta seinastu hálvu øldina. Henda vanlukkuliga støða er væl kend millum manna orsakað av, at tey ymsu og mongu heilsuringu dálkingarevnini eru kannaði og umtalaði í stóran mun. Øðrvísi er við teimum heilsugóðu evnunum. Hesi eru minni væl kend, og nakað, hóast alt ov lítið, hevur verið gjørt her á landi fyri at kanna hesi evni.
Heilsugóð evni í tvøsti
Grindahvalurin í norðurhøvum verður stórt sæð einans gagnnýttur til matna av okkum føroyingum, og áttu vit tessvegna sjálvi skjótast møguligt at fari í lag við gera neyðugar framkomnar føðsluvirðis- og heilsukanningar. Her á landi er ongantíð fíggjarlig orka sett av til at gera eina heildarheilsumeting av fyrimunum og vansum av at grind og spik. Fleiri kanningar, flestu gjørdar uttanlands, vísa tó, at mong heilsugóð evni eru at finna í tvøsti. Hesi umfata fleiri evni, eitt nú carnitin, taurin og fleiri selen-samrunar.
Selen-rík siðbundin føði
Í Grønlandi hevur fólkið higartil fingið nóg mikið av heilsufremjandi seleni gjøgnum tann siðabunda marina matin umfatandi hval, kóp, fisk og fugl. Men føðsluserfrøðingar bera ótta fyri, at verðandi selen-ríka føðin verður troðka burtur av dygdarverri selen-armum kosti, nú land inuitta spakuliga verður europuserað og amerikaniserað. Selen í hóskandi nøgd (55 mikrogram/dag) er neyðugt fyri mannakroppin. Selen virkar móti krabbameini, økir livialdurin, styrkir immunskipanina, mennir mentalt virksemi, hjálpir móti hjartasjúkum, avmarkar ovurfiti, verjir móti virus, fær endocrinar kertlar í javnvág, mennir sáðkyknuframleiðslu og nøringarevni, minkar møguleikan fyri burðarsliti, mótvirkar astma, gikt og cystiskari fibrosu. Selen-trot kann harafturat føra til serligan form fyri dvørgvøkstur.
Tvøst inniheldur nógv selen
Sammett við fleiri aðrar matvørur, so sum fiskur og ymsir fiskaúrdráttir, høsnarungi, lambskjøt, neytakjøt, svínakjøt, ymisk korn- og grón-sløg, mjólk, ostur, egg, aldin og grønmeti, so er innihaldið av seleni serliga høgt í tvøsti. Mátingar vísa, at rátt toskaflak inniheldur 28 mikrogram/100g av seleni og feskt tvøst 185 mikrogram/100g. Selen-innihaldið í tvøsti er altso áleið sjey ferðir hægri enn í toski.
Verjandi virkningur av selen
Selen í tvøsti er bundið í evnafrøðiliga samrunar av ymsum sløgum so sum Se-cystein, Se- methionin eins og hópin av selen-proteinum og selen-enzymum. Millum teir týdningarmestu kveikarnar er glutathione peroxidasa (GPx), ið er eitt antioxidant enzym. Hetta enzym forðar fyri oxidativari niðurbróting av lívstýðandi mýlum. Harafturat vísa súgdjórakanningar, at selen-rík føði førir til selen-ríkaðan vevnað, ið virkar ímóti eitran av methyl-kyksilvur. Úreitringin umfatar mong reaktiónstrin, eitt nú demethylering, ger av kyksilvur-selen complexinum, HgSe, og savning av hesum í lysosomunum í livrakyknum. Haðani fer hetta complexið gjøgnum gall-gongina og út í tarmarnar. Umleið 95% af upptiknum kyksilvuri verður skilt út við skarninum og einans 0,05% við landinum. Úrskiljingin varar í vikur.
Skaðiligt ikki at eta fisk
Í 2010 kunngjørdi WHO og FAO kanningúrslit av fyrimunum og vansum av at eta fisk og fiskavørur. Orsøkin til hesa kanning var stóri ivin um, hvussu heilsugóður fiskur er, eftir at gransking ferð eftir ferð hevur víst, at flestu marinu fiskasløg eru meira og minni dálkaði við eiturevnum. Ùrslitið av hesum drúgva rannsóknararbeiðinum var hetta: tað er skaðiligari ikki at eta fisk enn at eta fisk.
Mentalt menningartarn
Kanningar í Englandi hava víst, at kvinnur, ið hildu seg frá fiski og fiskamati meðan tær vóru tvílívaðar, fingu børn við mentalum menningartarni, sum er mett at vera 60 ferðir verri enn ringasta grand og brek av at eta grind og spik í Føroyum (Raymond L. J. og Ralston N. V. C., 2009). Orsøkin til at kvinnurnar ikki vildu eta fisk var óttin fyri dálkingevnum, ið kundu elva fosturinum mein.
Náttúruvísindadeildin skipaði fyri verkstovu
NVD á Fróðskaparsetur Føroya søkti um og fekk fígging frá AG-fisk, til eina verkstovu um fyrimunir og vansar av at eta hval og kóp í norðurhøvum. AG-fisk er vísindabólkur undir Norðurlendska Ministararáðnum. Verkstovan varð hildin í Keypmannahavn í januar í ár. Luttakararnir komu úr Norðurlondum, Canada, WHO og FAO. Endaliga viðgerðin og frásøgnin er ikki liðug enn.
Heilsufremjandi selen í tvøsti