Herrópið hevur verið, at vit skulu gera okkara skyldu og krevja okkara rætt.
– Tað ljóðar kanska kensluleyst, men vit mugu ikki koma hartil, at vit bara krevja okkara rætt, uttan at gera okkara skyldu.
Fólkatingsmaðurin staðfestir, somuleiðis, at eingin ivi skal vera um, at gomul, sjúk og veik, skulu hava alla ta hjálp, tey hava fyri neyðini.
– Men øll hini, sum kunnu arbeiða, tey skulu arbeiða. Tann, sum ikki ger sína skyldu, hevur heldur onga rætt, sigur Sjúrður Skaale.
Hinvegin heldur hann, at politiska avbjóðingin er at skapa umstøðurnar soleiðis, at fólk kunnu klára seg.
– Tá ið fólk, sum arbeiða, ikki klára seg, er okkurt galið við umstøðunum, og so er politiska avbjóðingin at broyta umstøðurnar, so at fólk klára seg, eisini stakir uppihaldarar.
– Loysnin er ikki at geva olmussu, men at skapa møguleikar við at broyta umstøðurnar, so at fólk kunnu klára seg sjálvi.
Vit skulu ikki geva fátækum olmussu