Hugflogið er gott í Vági, og nú hava børnini í 6. flokki havt eina verkætlan um kvæði.
Í hesum sambandi hava børnini eisini roynt seg sum kvæðayrkjarar – við hjálp frá lærarum og foreldrum, skrivar heimasíðan hjá Vágs Skúla, www.vagsskuli.fo
Burturúr kom eitt kvæði í 12 ørindum um grind og mótstøðuna ímóti grindadrápi. Síðan fingu tey vitjan av einum jassorkestri -Triosmiðjan og Listaleypurin. Og ímeðan tey kvóðu og dansaðu kvæðið, spældi orkestrið og lagið er kvæðið um Ormin Langa.
Skúlabørn í Vági yrkja kvæði um grind