Ljós var av álvara varpað á hesa sjúkuna, táið norski stjørnu-svimjarin, Alexander Dale Oen, brádliga doyði av hjartatilburði í 2012, bara 26 ára gamal.
Áðrenn hevði hann gramt seg um pínu í økslini. Tað varð staðfest, at hann hevði havt ein blóðpropp í hjartanum 3-4 mánaðir áðrenn hann doyði og at pínan í økslini sannlíkt hevði samband við hetta.
– Líkskoðanin staðfesti eisini, at hann hevði ættar hyperkolesterolemi, tað vil siga arvaliga kolesterolsjúku.
– Hetta kann vera sera álvarslig sjúka, verður hon ikki staðfest. Er hon hinvegin staðfest, ber at geva fyribyrgjandi viðgerð og sostatt ber eisini til at liva uttan øktan vanda fyri hjartatilburði.
Ættar hyperkolesterolemi er arvalig sjúka, at kolesterolið í blóðinum verður sera høgt.
– Verður sjúkan ikki viðgjørd, er ein munandi størri vandi fyri at fáa æðrakálking á ungum árum, sum kann hava við sær blóðtøpp í hjarta ella í heilan og deyða, sigur Granskingarráðið.
Leita eftir føroyingum við sjúku, sum ungfólk doyggja av