– Happing er helst hin størsta spillan, sum kann vera umborð á skipi, og í ringasta føri kann ágangurin kennast so øgiligur, at menn gera av við seg.
Tað sigur Anfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, í nýggjastu útgávuni av felagsblaðnum, Mið & Magn.
– Eingin ivi skal vera um, at tað er skiparin, sum hevur evstu ábyrgd umborð, og tískil hevur hann eisini ábyrgd fyri, at umstøðurnar umborð eru liviligar. Hann skal syrgja fyri at leggja uppí, um hann er varugur við, at fólk umborð er fyri happing.
Í sjólógini – § 11, 3 – stendur beinleiðis, at sjófólk, sum verður illa viðfarið umborð, hevur rætt at krevja at sleppa av, um skiparin hevur verið vitandi um ágangin, men einki hevur gjørt.
Umframt at vera skipari og hava ábyrgdina av vanligu gongdini umborð, eigur skiparin eisini at ganga á odda at tryggja manningini vælferð, tryggleika og trivnað.
– Sjálvur havi eg sum skipari ofta havt gleði av amboðunum, eg fekk, tá eg tók eitt 14 mánaðar skeið í sálarrøkt og familjuráðgeving. Millum annað, tá ein maður einaferð longdist so illa, at hann í fullum álvara vildi hava meg at senda boð eftir tyrluni at koma út á Lucy Banka eftir sær.
Happing kann føra til sjálvmorð