Í juni í ár vóru 1.121 fólkapensjónistar á arbeiðsmarknaðinum, meiri enn hundrað fleiri enn í juni í fjør. Hagstovan hevur kunngjørt tøl um føroysku arbeiðsmegina.
Hagstovan vísir á, at fleiri fólkapensjónistar, tað eru fólk, sum eru 67 ella eldri, eru nú enn fyri einum ári síðani, og tað kann vera orsøkin til, at fleiri fólkapensjónistar arbeiða.
Eisini í hinum endanum í hagtølunum, tí yngsta, er talið størri í ár. 138 tannáringar fleiri arbeiða nú enn í fjør. Hagstovan heldur, at lítla arbeiðsloysið er orsøkin.
Hagstovan skrivar á sínari heimasíðu, at tá arbeiðsloysið er lítið, er eftirspurningurin eftir alternativari arbeiðsmegi stórur.
Fleiri ung og gomul arbeiða