Heidi er 18 ára gomul, býr í Kvívík, og gongur í skúla í Hoydølum. Hon greiðir í brotinum omanfyri frá, um hennara upplivingar viðvíkjandi harðskapi. Heidi skrivar eisini eina bók um evnið. Hon heldur, at harðskapur í ungum parløgum ikki er serliga nógv frammi í miðlum og samfelagnum sum heild, í dag. Tá ið Heidi royndi at finna eina um harðskap millum ung, fann hon onga, og tí valdi hon sjálv at skriva eina.
Harðskapur í ungum parløgum