Niðanfyristandandi spurningar verða viðgjørdir, og til tað og annað, hava fyrireikararnar fingið ymisk panel at umrøða og kjakast. Eisini verða ymiskar verkætlanir umrøddar og viðgjørdar.
– Eiga øll fólk í føroyum eftir førimuni at geva sítt ískoyti til landshúsarhaldið?
– Er tað nakað, ið eitur keðiligar arbeiðsuppgávur, ella er tað ein spurningur um at seta tey røttu fólkini til uppgávurnar?
– Vita arbeiðsgevarar, at tað er nakað, ið eitur starv til fyritíðarpensionistar, og tillaga starv, har arbeiðsplássið og Almannaverkið deilast um lønina til starvsfólkið?
– Er tað mennandi og gevandi fyri menniskju,við ella uttan menningartarn, at hava einvirknan og innihaldsríkan gerandisdag?
– Átti tað at verið lættari hjá fólki við serligum avbjóðingum at funni sær eitt starv, bæði á vardu verkstøðunum og á vanliga arbeiðsmarknaðinum?
Vit eiga at fáa allar hendur virknar