Granskarar vilja nú vera við, at um aldarskiftið verður so heitt summastaðni á jørðini, at tað menniskju kunnu ikki yvirliva har.
Serliga verður tað heitt á Arabiska nesinum, og í londum sum Katar, Sameindu Arabisku Emiratunum, Saudi Arabia og Bahrain verður so heitt, at tað verður torført hjá menniskjum at yvirliva har.
Úrslini eru at lesa í vísindaliga tíðarritinum Nature Climate Change, og siga granskararnir, at endamálið var at kanna hvat fór at henda, um veðurlagsbroytingarnar hildu áfram.
Tað er tó ikki bert hitin í sær sjálvum, ið ger, at tað verður ógjørligt fyri menniskju at liva har. Tað er ein samanrenning av hita og luftfuktigheit, ið ger, at fólk ikki tola tað. Tað kennist so heitt, at mannakroppurin snøgt sagt ikki megnar at sveitta nóg nógv fyri at sleppa av við hitan.
Verður ov heitt at búgva í støðum um 100 ár