Sjómenn og onnur, sum arbeiða í fiskivinnuni, ella aðrastaðni, og sum eru uppslitin áðrenn tey fylla 67 ár, skulu kunna fara frá við pensjón.
Tað heldur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, tingkvinna.
Og nú hevur hon lagt uppskot fyri Løgtingið um at gera eina skipan, har slitfólk, sum ikki kunnu halda fram at arbeiða til tey hava rokkið vanligan pensjónsaldur, sum er 67 ár, skulu kunna lata seg pensjónera áðrenn.
Tí vil hon nú hava Løgtingið at samtykkja, at landsstýrið skal gera eina serliga pensjónssipan til sjómenn, og onnur slitfólk, so at tey kunnu fáa fólkapensjón tá ið tey fylla 60.
– Hetta eru menn, sum hava lagt lunnar undir okkara vælferðarsamfelag, og tí skyldar samfelagið teimum betri sømdir, tá yrkisleið teirra á sjónum er liðug,
Hon sigur, tað kunnu eisini vera útróðrarmenn, arbeiðsfólk í fiskivinnuni, ella kvinnur í røktararbeiði, sum eru raktar av arbeiðssliti og ikki eru arbeiðsførar heilt fram til pensjónsaldurin, og sum eiga at sleppa frá við pensjón, áðrenn tey hava fylgt 67 ár.
Slitfólk skulu kunna fáa fólkapensjón, tá ið tey eru 60