Størsti syndarin, sum ger, at ungu fólkini fáa hoyriskaða, eru smátalarar og hoyriproppar, sum eru ov hart frá, sigur Jutta Helgadóttir frá Hoyrnini
Altjóða hoyridagur var í gjár, og í hesum sambandi hevur WHO, World Health Organisation, heitt á børn og ung um ikki at hava tónleikin so hart frá í telefonunum.
Sambært WHO hava umleið 32 milliónir ung hoyrnarskaða, og 1,1 milliard ung fólk eru í vandabólkinum at fáa hoyrnarskaða.
Havið ikki so hart frá í smátalarunum