Tað eru fleiri børn og ung, sum hava tað trupult og kenna seg einsamøll.
Tí setur Margarinfabrikkin í hesum døgum fokus á einsemi.
– Tað eru fleiri ymiskar orsøkir til, at børn og ung eru einsamøll. Tey verða av ymiskum grundum útifryst. Eitt nú kann húðarlitur, frítíðarítriv og vekt vera nakað, sum plágar tey, sigur Salua Manai.
Í síðstu viku hevði Margarinfabrikkin einsemi sum tema, og næstu vikurnar fara tey eisini at skipa fyri sokallaðum barnafundum, har børn og ung práta um einsemi.
Link:
Einsemi er ein trupulleiki