Eitt gott hugskot
Omma er minnisveik og hevur nú búð í heiminum við Vágnna í eitt ár ella so. Omma dámar væl at fara út ein túr, men tað riggar ikki longur hjá henni at fara einsamøll. Hon orkar ikki so væl at ganga sum hon sjálv vil, og veit ikki rættuliga altíð hvar hon fer.
Vit í familjuni hava skipa tað soleiðis at ístaðin fyri at royna vitja hana sum frægast, so skiftast vit um at fara ein biltúr við henni einaferð um dagin. Hetta riggar frálíka væl, tí hon tímur væl at sita í frið í bilinum og eygðleiða fólk og náttúru. Tað er so ymiskt hvar vit fara. Summi fara ein langan biltúr út í Eysturoynna ella Steymoynna, onnur gera eina stutta vitjan hjá familju og so víðari.
Omma hevur ringt at seta orð á kenslur, men vit eru sannførd um at hon er glað, tí hon fer ikki út at reika og setur seg í góðari tíð at bíða eftir onkrum at fara biltúr við. Hvønn dag.
Eg havi lært mammu mína at brúka Google Sheet, har hon dagførir eitt skjal yvir hvør koyrir nær – sum er tøkt inná okkara familjubólki á Facebook.
Hetta er eitt frálíkt hugskot, tí vit eru nógv sum ikki eru so røsk til at vitja gomul fólk. Og tað er ikki altíð nemt at fáa tað at passa við sín egna gerandisdag. Nú fellur tað okkum øllum bara náttúrligt.
Hjá henni passar tað best at fara ein biltúr, men tað kundi veri okkurt annað sum hevði passa betur til onkran annan sum býr á eldraheimið.
Gleðin lýsir úr demensraktu Sybillu