Grind fyri góðar seks milliónir

Brúka vit talið hjá granskaranum sum grundarlag “vigaði” grindin norðuri í Sundi í gjár góð 84 tons, ella 84.240 kilo.

Vit hava sett kiloprísin til 74 krónur. Henda meting er gjørd við støði í einari útrokning sum Andras Joensen, bóndi og grindaformaður í Klaksvík, gjørdi grundað á eina grind sum legði beinini í Klaksvík 2. august 1999. Útrokningin hjá Andras Joensen, bónda, er eisini at finna á heimasíðuni www.heimabeiti.fo, og har kemur hann fram til ein smásøluprís á 37 krónur fyri kilo.

Hetta meta vit vera ov lágt. Samanbera vit við prísin á lambskjøti, so hevur Búnaðarstovan á síni heimasíðu roknað seg fram til, at miðalprísurin á feskum lambskjøti er 93 krónur fyri kilo, men heilt har upp vilja vit ikki fara. Tí hava vit tvífaldað talið hjá Andras Joensen.

Roknistykkið sær tí soleiðis út:

150 hvalir á 7,8 skinn í miðal, har hvørt skinnið vigar 72 kilo. Tað gevur 84.240 kilo. Og við einum – mettum – kiloprísi á 74 krónur fyri kilo gevur tað eitt handilsvirði á 6.233.760 krónur.

Høvdu vit brúkt prísin á lambskjøti sum grundarlag, hevði grindin í Hvannasundi í gjár verið slakar átta milliónir krónur verd…

Dagføring: Tað er nú greitt, at grindin var uppá 135 hval og 835 skinn, sum gevur eitt miðal uppá 6,1 skinn. Brúka vit kiloprísin, sum vit roknaðu okkum fram til, 74 krónur, merkir tað, at grindin í gjár var verd slakar 4,5 milliónir krónur.

Grind fyri góðar seks milliónir

Author: TOF field