Víða hvar í heiminum eru miðstøðir fyri gransking, viðgerð og hjálparvirksemi tá vanlukkur og kreppur raka.
Ein tann royndasta av hesum miðstøðum í Norðurlondum er Senter for Krisepsykologi í Bergen, sum veitir hjálp bæði í Norra og aðrastaðni.
Annar stovnarin, Jakob Inge Kristoffersen, vitjar í Føroyum í hesum døgum.
– Vit geva okkum ikki altíð far um, at tá ein kreppa rakar ein persón, ávirkar hon í veruleikanum eisni nógv fólk rundan um.
‘Familja, vinir og starvsfelagar kunnu teljast millum hesi, sigur sálarfrøðingurin, Jakob Inge Kristoffersen, ið hevur arbeitt á økinum í nógv ár.
Undirvísir føroyingum í at veita kreppuhjálp