Í seinnu hálvu av november løgdu kommunurnar í Vágum, Vága kommuna og Sørvágs kommuna, út á sínar heimasíður eitt mótmæli ímóti ætlanini at skerja løgregluna í Vágum.
– Vit í oynni hava stórar avbjóðingar. Flogvøllurin liggur her vesturi. Eisini vita vit um, at sera nógv rúsevni er millum ungdómin í oynni. Rúsevnini í Vágum er ein avbjóðing, sum løgreglan higartil ikki hevur maktað.
Vága kommuna og Sørvágs kommuna vístu á, at hetta hevur elvt til, at ungdómar eru endaðir í rúsevnismisnýtslu, og vandin er stórur fyri, at enn fleiri fara at enda úti í misnýtslu.
Í dag siga kommunurnar í nýggjari fráboðan, at fundur nú hevur verið millum kommunurnar í Vágum og løgregluna.
Niðurstøðan er, at partarnir fara undir eina miðvísa tilgongd í samband við fyribyrging. Dentur verður lagdur á, at SSP, sum millum annað er samstarv millum barnaverndarmynduleikar, skúla og løgreglu, fer at raðfesta fyribyrgingararbeiðið.
– Her skal dentur serliga leggjast á misnýtslu av rúsevnum í økinum, siga kommunurnar í dag eftir fundin við løgregluna.
Ungdómar enda í rúsevnismisnýtslu