Seinastu dagarnar hava tey verið á einum kvinnuheimið, sum ber heitið Jimmia. Støðan hjá kvinnunum har er ikki tespilig.
– Kvinnurnar har hava havt eina sera syrgiliga lagnu. Har eru til dømis tvær systrar. Tann eina eigur ein nýføðing og hin er við barn. Tað er pápin, sum hevur neyðtikið tær, sigur Livar Nysted.
Og tá slíkar lagnur eru gerandiskostur í heiminum, er trupult at halda tárunum aftur.
– Her eru nógvar ordiliga ússaligar kvinnur. Tað er ræðuligt. Man hevur bara hug at gráta allatíð, sigur Livar Nysted.
Tað arbeiði, sum heimið Jimmia ger, er fantastiska flott, halda tey í ferðalagnum.
-Tað er ein føroysk kvinna og maður hennara, sum eiga Jimmia. Tey brenna fyri at hjálpa hesum kvinnunum, og hava enntá brúkt pening úr egnum lumma fyri at hjálpa, sigur Livar Nysted.
Hóast kriminalitetur er at hóma og uppliva í Kenya, so eru tey fleiri fólk, sum eru fitt og hjartagóð.
– Her eru mong fólk, sum stríðast fyri at hjálpa øðrum og veruliga eru góð fólk, sigur Livar Nysted.
Hansara vón er, at tey kunnu hjálpa sum frægast, og at føroyingar kanska vilja stuðla arbeiðinum, sum Mia Jacobsen og maðurin gera á Jimmia til frama fyri neyðstaddar kvinnur.
Facebook síðan hjá Jimmia er her:
www.facebook.com/Jimmia.org/
Havi hug at gráta alla tíð