Hóast vit ikki longur ganga í fólkaskúla, so kunnu vit siga frá hvussu tað gongur fyri seg har. Har verður bæði roykt, sniffað og deilt í millum sín.
Skal hetta veruliga vera soleiðis?
Í einum staði har tit senda tykkara børn hvønn morgun?
Í einum staði, ið eigur at vera trygt hjá barninum?
Hetta er vanligt.
Hetta er so mikið vanligt í Vágum, at vit fáa ilt av at tað eru so fá, ið vilja síggja sannleikan og góðtaka hann.
Ístaðin verður sannleikin skúgvaður burtur og tey, ið tørva hjálp, fáa onga, men forseta í sama lag. Tí at tey kunnu.
Men hetta er bert ein brøkpartur av øllum ruðuleikanum.
Lat okkum siga at tú skal falda hetta við 50, duga tit so at síggja trupulleikan?
Hetta er ein trupulleiki. Ein stórur trupulleiki. Ein trupulleiki, ið skal gerast nakað við.
Ein trupulleiki, ið tørvar meira enn tvey løgreglufólk og narkopolitiið, ið bara er at treffa mánadag. Hetta er ein trupulleiki, ið má síggja dagsins ljós.
Ofta siga vit ‘better late than never’, men hvat nú um tað verður ov seint?
Løgreglan skal ikki skerjast í Vágum, men tvørtur í móti.
Við vón um at løgreglan verður styrkt í Vágum, at kommurnar koma at standa saman um henda trupulleikan og síðst men ikki minst, at vit sum borgarar standa saman um henda trupulleikan.
Ungdómur ið ynskir at hjálpa ungdóminum