– Tað er av stórum týdningi, at vit innrætta samfelagið út frá eini inkluderandi hugsan og at vit síggja førleikarnar hjá fólki, sum bera brek, heldur enn forðingarnar. Men vit kunnu ikki og ynskja heldur ikki at seta upp hugmyndir av, hvussu hvør einstakur borgari skal liva sítt lív.
Tað segði Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í Almannamálum, tá hon fyrr í dag setti dagin Altjóða Brekdagin, ið Ráðið fyri brekað og MBF skipa fyri.
Høvuðsevnið fyri dagin er týdningin av at vera virkin, og tað evnið nevndi landsstýriskvinnan eisini í røðuni.
– Samfelagið hevur skyldu til at skapa fortreytir fyri, at hvør einstakur kann gagnnýta sínar førleikar og at vera virkin á sín egna hátt.
Í røðu síni nevndi Eyðgunn Samuelsen eisini ymisk mál, ið landsstýrið arbeiðir við í løtuni, ið hava til endamáls at betra um korini hjá teimum, ið bera brek.
Landsstýriskvinnan lovaði eisini, at byrja upp á arbeiðið at gera ein Breksáttmála fyri Føroyar.
Mugu síggja førleikar og ikki forðingar