Fleiri skúlar hava tikið avleiðingarnar av, at børnini sita við fartelefonum dagin langan. Eru okkara børn vorðnir sosialir analfabetar? Ella er tað bara gamla søgan um, at tey eldru skilja ikki ungdómin?
Nýggjur Public Service-sáttmáli er lagdur fyri løgtingið. Hvussu gongur hjá Kringvarpinum at vera í fólksins tænastu; og hvat skulu vit brúka Public Service til?
Og so greina vit eina spilnakna lýsing frá Fólkaheilsuráðnum, sum vil hava kvinnur at drekka minni.
Í útvarpsstovuni kjakast Georg L. Petersen, blaðstjóri, Helgi Rasmussen, sálarfrøðingur, og Sigri Gaini, kandidatur í pedagogiskari filosofi.
Snild-børn, Public Service og øsandi lýsingar