Birita hevur skrivað um sítt lív, sum á mangan hátt er øðrvísi í mun til lívið hjá flestu okkara. Birita hevur nevnliga autismu.
Bókin er skrivað yvir fleiri ár. Hon byrjar í 2009 og endar í 2016. Hon er sett saman av dagbókabrotum, sangum, matuppskriftum, men serliga av frásøgum um, hvussu tað er at liva sum ung kvinna við autismu. Hvørjar avbjóðingarnar kunnu vera, og hvussu trupult lívið kann vera. Hon er eisini um alt tað positiva í lívinum, kærleikan til familjuna, hjálparfólk, sum Birita er blivin góð við, tónleikin, bøkurnar, handarbeiðið. Birita hevur ein heilt serligan tóna í skriving sínari, hon er skemtingarsom, men eisini djúpt álvarsom.
Hetta er ein bók, sum vit øll kunnu læra ein hóp av at lesa!
So normal og tó ikki – um at liva við autismu