Týsdagin legði Danski Fólkaflokkurin uppskot fyri Fólkatingið um, at føroyingar og grønlendingar skulu gera hertænastu eins og danir gera. Ein skylda, sum føroyingar ongantíð hava havt – og sum samstundis er orsøkin til, at Føroyar ongantíð hava luttikið í nøkrum kríggi.
Danmark er javnan í kríggi ymsa staðni í heiminu, og seinastu 15 árini eru 51 ungir danir deyðir í kríggi.
Tað eru Marie Krarup, Søren Espersen og Martin Henriksen, fólkatingsfólk fyri Danska Fólkaflokkin, sum hava lagt uppskotið fyri Fólkatingið.
Uppskotið kalla tey: »Forslag til folketingsbeslutning om ligestilling mellem alle dele af rigsfællesskabet med hensyn til aftjening af værnepligt«.
Tey vilja hava, at Fólkatingið áleggur stjórnini at taka neyðugu stigini til at broyta lógina soleiðis, at allir partar av ríkisfelagsskapinum verða javnsettir, tá tað snýr seg um at gera hertænastu.
Í viðmerkingum til uppskotið vísa tey á, at herskylda er fyri allar danskar menn. Danskir menn, sum hava fastan bústað í Danmark, verða soleiðis automatiskt kallaðir inn til »Forsvarets dag« tað árið, teir fylla 18 ár.
Vilja hava føroyingar í hertænastu