Fríggjadagin 14. desember kl 12 verður veðurlagsverkfall uttan fyri løgtingið. Endamálið við veðurlagsverkfallinum er at leggja trýst á politikarar um taka umhvørviskreppuna í álvara og at gera nakað við støðuna.
Verkfallið í Føroyum er ein partur av einum heimsumfatandi verkfalli, sum 15 ára gamla Greta Thunberg, veðurlagsaktivistur, hevur tikið stig til.
Greta Thunberg fór í verkfall umleið 3. vikur áðrenn valið til ríkisdagin í Svøríki í ár, og hevur síðani hildið á fram við hesum hvønn fríggjadag. Í samband við COP23 ráðstevnuna í Póllandi eggjar hon nú øllum heimsborgarum at fara í veðurlagsverkfall fríggjadagin 14. desember uttanfyri tjóðartingini. Um verkfallið sigur Greta Thunberg: “Eg má gera tað, eg kann. Tað er mín moralska skylda”.
Hesum tekur Hervør Pálsdóttir, stigtakari, undir við: “Vit mugu øll gera tað, vit eru ment fyri at basa veðurlagsbroytingunum. Hetta krevur m.a. ítøkilig stig frá almennu myndugleikunum. Løgtingið og kommunurnar taka ikki málið í nóg stóran álvara, og hetta má broytast beinanvegin.
Avleiðingarnar av okkara dálking og umfatandi útláti av veðurlagsgassum hava alsamt størri ávirkan á veðurlagið, vistskipanir og lívfrøðiliga margfeldi. Í dag flýggja fólk í hópatali undan ósømiligum liviumstøðum orsaka av mannaskaptu veðurlagsbroytingum, og tess longur vit bíða við neyðugu broytingunum, tess verri verður tað og tess størri verða avleiðingarnar. Tí mugu vit skapa broytingar nú”.
Uttanfyri Løgtingið í morgin er ætlanin at savna so nógv sum gjørligt og at standa saman um umhvørvið.
“Stóra ynski er, at føroyingar savnast um hetta mál og at vit fremja allar neyðugu broytingarnar – eisini tær á politiskum støði. Eitt slíkt tiltak er við til at leggja trýst á politikkarar, og vit vóna tí at síggja fólk úr øllum politiskum flokkum og aldri”, sigur Hervør Pálsdóttir
Stigtakararnir bjóða kaffi til verkfallið, men neyðugt er at hava egnan kopp við.
Føroyingar savnast til veðurlagsverkfall