Hvar og hvussu verður gamlaárskvøld hildið?
– Eg haldi gamlaárskvøld saman við børnum, abbabørnum og nøkrum vinum. Vit eta góðan føroyskan viðskera umleið klokkan 19.30 í kvøld. Síðan hugna vit okkum annars við práti, spølum og hyggja nakað eftir nýggjárssendingum frá KvF.
Zacharias Hammer sgur, at umleið klokkan 22 í kvøld verður skrúðgonga við faklum í býlinginum, sum endar við, at øll savnast á fríøkinum til nýggjársbál.
– Vanligt er, at gamalt brennbart tilfar verður savnað úr flestu húsum til bálið. Hetta plagar at vera eitt sera hugnaligt kvøld. Eftir bálið fara vit á stutta vitjan hjá onkrum av grannunum.
Hann sigur, at um midnáttarleitið eru tey savnaði í túninum, har tey skjóta fýrverk, og tá plagar at vera vakurt at hyggja oman yvir býin eftir øllum tí, sum onnur skjóta.
– Jú, hetta plagar at vera sera vakurt og hugtakandi, sigur Zacharias Hammer.
Hvat gekk væl, og hvat gekk minni væl í 2019?
– Tað er altíð torført at orða seg stutt um slíkan spurning, men eg hevði ein frálíkan túr í Egyptalandi á páskum saman við kjarnufamilju.
Zacharias Hammer vísir á, at hann var blivin 67 ár, og í hesum sambandi bjóðaði hann børnum, abbabørnum og versynum til Egyptalands á páskum.
– Vóru við Reyðahavið og kundu leiða tankarnar aftur til ísraelsfólk, tá tey vóru leyslatin úr Egyptalandi og fóru gangandi á turrum yvir um Reyðahavið. Hetta var ein sera spennandi og gevandi túrur.
Hann sigur, at ein diskur í rygginum gjørdi um seg í árinum, og hann heldur, at hesin kann hava sín uppruna í mongu hørðu sjónvarpsupptøkum í bjørgum og skorum – og ikki minst úti á havinum.
– Alt hevur sín prís, men eg gerist glaður, tá eg síggi hesar dokumentarisku føroysku sendingarnar, sum ikki kunnu gerast í dag. Tíðin er broytt og nógv av teimum fólkum, sum vóru við í upptøkunum, eru í dag undir grønu torvi. Men, søgan er varðveitt, og hon kann liva viðari.
Zacharias Hammer fegnast um, at tað var hann, sum fekk møguleikan at staðfesta henda dýrabara siðarv føroyinga, og í dag er hann glaður fyri, at hann eftir førimuni royndi at staðfesta hetta við filmsupptøkum.
– 2019 gjørdist eisini árið, har eg valdi aftur at halga meg til at gera sjónvarpssendingar úr rúgvusmikla tilfarinum, eg havi savnað inn í tíðini, eg havi verið burtur úr KvF og verið lærari.
Hann sigur seg vóna, at hetta skjótt verður at síggja aftur í føroyska sjónvarpinum saman við nýggum upptøkum.
– Ein segði tað so gott við meg: “Zacharias, vit hava bert ein sum teg at gera slíkar sjónvarpssendingar, men vit hava einar 1200 lærarar. Far tú aftur og ger tínar dokumentarsendingar…” Hetta er so gjørt eftir óteljandi áheitanir frá fólki, sigur Zacharias Hammer.
Hann sigur seg vóna, at hann í 2020 aftur kann gera sínar dokumentarisku sjónvarpssendingar.
– Eg vóni, at eg fái áræði at gera hetta liðugt, og at tað verður sent í KvF, og eg vóni somuleiðis, at hetta verður enn ein dýrgripur fyri fólkið í dag og okkara eftirkomarar.
Vónirnar hjá Zachariasi Hammer fyri nýggja árið eru eisini, at meira tíð verður til familju og hjúnafelaga.
– At síggja veruligu virðini í familjun og teimum, tú dagliga livir saman við – at njóta hvønn dag í takksemi og vera nøgdur – eisini, tá tað ikki gongur so væl.
Umhugsar tú eitt nýggjárslyfti?
– Eg havi mangan havt góð lyftir við ársbyrjan, men ikki kann sigast, at nógv teirra hava eydnast. Kortini haldi eg tað vera gott við nýggjárslyftum – ja, at seta sær persónliga nøkur mál í lívinum. Tað er altíð gott at byrja at náa hesum málum. Eg fari soleiðis eisini at seta mær nøkur mál. Eitt nú at lurta meira eftir mínum nærmastu og henni, tú dagliga livir saman við.
Zacharias Hammer heldur, at tað eisini er umráðandi at duga at taka ímóti góðum ráðum og royna at útinna tey í verki – av álvara og við bøn til hin alvalda at sleppa undan einari last, sum hevur nívt meg alt mítt vaksnamannalív – ein bundinskapur, sum hevur tikið so nógv – ja, alt, men enn ikki lívið.
– Hesin dreparin – alkoholkongurin – hevur við følskum góðum lyftum og vertsskapi logið og svikið. Men, familja, vinir og nógv góð fólk hava hjálpt við góðum og positivum orðum og uppmuntran, og tí ert tú ein glaður persónur í dag. Hesar vinir og familju kann eingin ræna.
Zacharias Hammer sigur, at hann er glaður fyri hvílandi at trúgva á hin alvalda og sonin, hann gav mannaættini – og eisini honum persónliga.
Eg havi mangan havt góð lyftir við ársbyrjan, men ikki kann sigast, at nógv teirra hava eydnast, sigur Zacharias Hammer, sum eisini greiðir frá sínum arbeiði við dokumentarsendingum