Tað er Jóna Sigmundardóttir, sum leiðir korona-deildina á Landssjúkrahúsinum, og tað er Randi Borðoy, sum er varaleiðari á deildini. Mikudagin var Sosialurin á vitjan á deildini, og her skiftu vit orð við tær báðar um, hvussu gingist hevur higartil. – Vit hava higartil havt fimm sjúklingar við korona-smittu á seingjardeildini. Haraftrat hava nógvir sjúklingar verið innlagdir til kanningar fyri smittu. Hesir eru eftir avváttaða korona-smittu antin fluttir á aðra deild ella útskrivaðir.
Jóna Sigmundardóttir og Randi Borðoy halda, at tey higartil hava verið heppin. Tað merkir eisini, at Landssjúkrahúsið og Føroyar sum heild higartil eru komin rímiliga væl burtur úr herviligu korona-smittuni, men enn veit eingin, hvussu verður frameftir.
– Korona-sjúklingarnir, sum hava verið her á deildini higartil, hava eitt nú havt tørv á vætu, súrevni og antibiotika, og fólk hava verið her millum tveir dagar og eina viku. Hetta hava verið fólk í seinnu hálvu av 30-árunum og uppi í endan av áttatiárunum.
Deildarleiðarin sigur, at fólk tíbetur ikki hava verið so illa sjúk, at neyðugt hevur verið at flyta tey á intensiva deild, og soleiðis hevur heldur eingin higartil verið í lívsvanda. – Áðrenn tey komu, høvdu tey eitt nú havt leyst lív, og onkur hevur havt vaml og hevur spýð, sum kann gera, at tørvur er á vætu. Haraftrat hevur onkur havt vanligan lungnabruna.
Jóna Sigmundardóttir vísir á, at soleiðis, sum tað hevur gingið higartil, hevur korona-deildin verið rímiliga væl mannað. – Vit eru fyrireikað upp á meira enn tað, sum hevur verið higartil, og tað skulu vit sjálvsagt eisini vera, og arbeitt verður eisini við loysnum, sum skulu vera til at taka, um støðan broytist. Eg haldi, at korona-deildin er væl fyri, og vit hava eftir mínum tykki eina góða tilbúgving.
Á korona-deildini hava tey skipað neyðugu mannagongdirnar, sum skulu til á einari slíkari serdeild, og her hevur eisini smittuverjuserfrøðingur verið við í tí arbeiðnum. – Vit hava okkara tilbúgving, og hetta er ein tilbúgving, sum sjálvsagt verður dagførd og tillagað leypandi. Vit taka eisini okkara atlit á deildini, tá ræður um at verja okkara starvsfólk. Vit sita ikki tætt saman, og vit minna hvørja aðra á mannagongdirnar.
Jóna Sigmundardóttir vísir á, at tá kaffisteðgir eru, fara tær ikki allar til kaffi í senn, og reinførið er í allar mátar í hásæti – við vasking og spritting og við teirri verndarútgerð, tær skulu hava og brúka.
– Soleiðis eru vit alla tíðina ógvuliga bevístar um alt, vit gera, og eingin fer inn á nakra stovu uttan verndarútgerð, sigur deildarleiðarin, og vísir á, at tá tær handfara sjúklingin inni á stovuni – ella í aðrar mátar eru sjúklinginum nær – eru tær í fullum verndarbúna við bæði masku, brillum, hettu, kitli, longum ermum og handskum.
Alt tekur longri tíð og er meira óarbeiðsligt, og er sjúkrarøktarfrøðingur inni hjá sjúklingi og hevur brúk fyri onkrum, sum ikki er á stovuni – ja, so verður ringt ímillum, soleiðis at tingini verða sett til dyrnar á stovuni. Tað er eisini rættiliga heitt at vera í fullum búna, leggur hon aftrat.
Korona-virus, covid-19, er ikki áður staðfest í menniskjum, og hetta merkist eisini á korona-deildini á Landssjúkrahúsinum, har starvsfólk á deildini eisini hava sæð, at sjúklingar eru óttafullir. – Eg vil siga, at onkur, sum hevur verið her, hevur verið rættiliga bangin um, hvat útfallið fór at vera, men tíbetur hevur alt tørnað væl út higartil, og fólk hava verið glað, tá tey eru sloppin frísk heimaftur, sigur Jóna Sigmundardóttir.
Í VikuskiftisSosialinum, sum er komin í dag, er størri samrøða við leiðara og varaleiðara á korona-deildini á Landssjúkrahúsinum.
Korona-sjúklingar eru óttafullir