Bjarni á Steig, læknafakligur ráðgevi hjá heilsumálaráðnum, sigur, at eingin vandi er fyri, at vit í Føroyum ikki fara at kunnu kanna fólk fyri korona-smittu í eina rúma tíð aftrat, tí korona-testirnar ganga undan.
– Í mun til eitt nú Grønland, sum fær lidnar testir úr Danmark, syrgir Heilsufrøðiliga Starvsstovan hjá okkum fyri hesum sjálv við at blanda saman veskur. Hetta er ein stórur fyrimunur hjá okkum í Føroyum.
Læknafakligi ráðgevin vísir á, at í Føroyum er tað tískil ein spurningur um hava veskurnar heima og soleiðis, sum hann hevur skilt, eigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan væl av tilfari niðurfyri til eitt stórt tal av korona-royndum.
– Eg eri ikki laborantur, og tey á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni vita eisini meira at siga um hetta enn eg. Men, tað er einki yvir at dylja, at tað, at vit gera okkara egnu testir og greiningar, hevur velduga stóran týdning, sigur Bjarni á Steig.
Um gongdina annars við korona-smittu í Føroyum, sigur læknafakligi ráðgevin, at hann er ein varin optimistur, sum hann tekur til. – Í løtuni haldi eg meg tora at siga, at gongdin hevur verið frægari, enn vit stúrdu fyri.
Hann vísir á, at við teimum mongu kanningunum, sum eru og verða gjørdar í Føroyum, hevur tað eisini í ávísan mun eydnast at avbyrgja smittuna, soleiðis at talið av smittaðum higartil hevur hildið sær á einum líkinda støði.
– Men, nú er at halda fast, og tað er mítt størsta ynski, at bæði ung, tilkomin og eldri framvegis – og í rúma tíð aftrat – taka øll neyðug fyrivarni. Eg veit, at fólk kunnu troyttast, men tað er ógvuliga umráðandi, at hvør einstakur framvegis ger alt fyri at umgangast smittu.
Læknafakligi ráðgevin sigur, at um øll taka atlit og fylgja almennu tilráðingunum, kann tað eydnast Føroyum at fáa bilbukt við korona-smittuni. – At vit øll gera tað, sum liggur í okkara makt, er besti heilivágurin í stríðnum móti korona, sigur Bjarni á Steig.
At vit øll gera tað, sum liggur í okkara makt, er besti heilivágurin í stríðnum móti korona-smittuni, sigur Bjarni á Steig.