Manglandi bústaðapolitikkurin hjá samgonguni skapar eitt samfelag fyri tey fáu.
Ymisku útmeldingarnar vísa, at samgongan ongar greiðar ætlanir hevur fyri at byggja fleiri bústaðir til ung og gomul við vanligum inntøkum.
Jørgen Niclasen sigur, at Bústaðir er bústaðatrupulleikin.
Landsstýriskvinnan við bústaðamálum sigur, at hon vil síggja úrslit.
Og so hoyra vit Bill Justinussen siga, at samgongan ætlar ikki at raðfesta leigubústaðir, tí “vanligar familjur ynskja ta vanligu loysnina”.
Hey Bill! Vit “óvanligu”, vit ungu og vit lesandi vilja eisini gjarna búgva í Føroyum.
Hey Elsebeth! Hvar eru úrslitini?
Hey Jørgen! Omanfyri 2.600 fólk standa á bíðilista hjá Bústøðum, og hundraðtals ung flyta heim hvørt summar.
Hvørjum skulu vit trúgva?
Milia Egilsnes Anda,
Forkvinna í Búgva Ung og forkvinna í SU Mið
Manglandi bústaðapolitikkurin hjá samgonguni skapar eitt samfelag fyri tey fáu.