Takk fyri rík minnir, omma

Mikukvøldið 13. januar var omma koyrd á Landssjúkrahúsið við blóðtøppi í høvdinum, og longu leygarkvøldið 16. januar vóru dagar hennara taldir.

Sonja í Heiðriksstovu var borin í heim 31. aug. 1930. Hon var dóttir Kristionnu Bergittu nevnd Gitta og Jóhan Nordahl Jacobsen.

Omma var ynskt av 4 systkjum. Eivind f. 1925, Sverri f. 1926, Anna f. 1927 og so omma f. 1930. Pápin flutti til Danmarkar í 1932 eins og stórur partur av familjuni í Klaksvík. Hetta viðførdi, at Eivind, Sverri og Anna eisini búsettust í Danmark, meðan omma flutti inn í Heiðriksstovu saman við mammuni, har mamman skuldi halda hús hjá skyldfólkum.

“Ja, nú grætur aftur í Heiðriksstovu”, skrivar skyldmaðurin, Martin Fjallstein, í Leirvíkar Bygdarsøgu, sum hann partvís skrivaði inni í íbúðini, sum fyrr var fjósið hjá ommu og abba í Heiðriksstovu. Løgið at hugsa sær, men vit eru takksom fyri, at søgan er skrivað!

Hetta var um tíðina, tá ið Gitta, mamma Sonju, og onnur skyldfólk í Heiðriksstovu fóru um sýn um somu tíð, sum barnagrátur var at hoyra. Meðan summi sóu sólina rísa, sóu onnur hana seta!

Sonja og Hans Jacob í Heiðriksstovu hava havt eitt langt og ríkt lív saman sum hjún í nærum 70 ár. Tey fingu fýra synir, ið hava givið teimum nógvar eftirkomarar; Jákup, Eifinnur, Bergur og Jóhan.

Men eftir at abbi andaðist 22. mars 2019 var omma eins og blóman, ið spakuliga legði bløðini og hendurnar saman. Sjónin viknaði alt meira, og tað fór at skýma hjá ommu. Samstundis gjørdi Covid-19 sítt til, at tað kendist enn meira einsligt hjá ommu heima í Heiðriksstovu.

Hóast omma kendi til lívið í persónliga dalinum, so hevði hon eitt lætt og blídligt lyndi. Hon var sjáldsama løtt upp á sporini heilt til tað seinasta. Ja, saknur verður í gongutúrunum hjá 90 ára gomlu bygdamyndini, ið setti kós inn í Líð og heimaftur eftir somu rutu.

Omma var blíð at koma inn til. Altíð klár við einum góðum drekkamunni við onkrum heimabakstri afturvið – søtabreyð, vaflur, kleynur, pannukøkur ella okkurt annað gott. Seinnu árini var altíð blandað bomm í skálini í køkinum til tann søta góman.

Omma var røsk at baka og gera suppu við heimagjørdum mjølbollum til føðingardagar og árliga brúdleypsdagin 16. oktobur í Heiðriksstovu! Umframt suppuna var altíð borðreitt við rugbreyði við skerpikjøti og føroyskum viðskera. Og sjálvandi fingu øll ein smakk av heimagjørdu lagkøkuni hjá ommu við sviskum og budingi.

31. aug. í fjør gjørdist omma 90. Føðingardagurin var hildin inni í Bovling í Leirvík. Væl dámdi henni føroyskan og enskan dans. Hon fekk seinasta harmonikuvalsin inni í Bovling hetta kvøldið til kenda lagið “Sára mín”.

Omma hevur stóran dag, hon situr her so fín.
Hálvfems jú er eitt merkisár, mín heilsan er til tín!
Tú søgur nógvar veit at siga, mest um farnu øld,
familjubond, um fólk og fæ og føgur summarkvøld.

Tú tíðliga fekk at læra, omma, nógv, ið lívið beyð.
Við mammu tíni tænti tú til mjólk og dagligt breyð.
Í Heiðriksstovu góðar søgur taldu góðir menn.
Tú livað hevur lívið omma, og tað gert tú enn!

Tú styrki eigur nógva, og eg undrist mangan á,
so torført lívið snúði sær og tað, ið eingin sá?
Frá barnaárum, ungdómstíð og ellisárum við
tín fylgisveinur Harrin var hvønn dag við tína lið.

Á lívsins vegi møtti tú á leiðini so mong,
ið fylgdu tær á ferðini – tann søgan er jú long!
Ei aldur sæst á fetunum, um sjónin viknað er,
tú sparkar, og tú kastar bólt við stíli og manér.

Av sonnum megnarkvinna situr her – ja, tað er vist,
sum “kraft av nýggjum” søkir sær hvønn dag hjá Gudi fyrst.
Vit ynskja tær tað besta, og má Jesus fylgja tær
og øllum tínum skyldfólkum og vinum nær og fjar.

Eri glaður um mongu løturnar, eg fekk saman við ommu í gaman og álvara.

Henni dámdi væl, tá ið lisið var úr reyðu andaktsbókini “Kraft av nýggjum”, sum abbi eisini plagdi at lesa úr. “Les eina aftrat”! Plagdi omma at siga, og so fekk hon eina aftrat.

Týskvøldið 12. jan. um átta tíðina á kvøldi fóru vit oman at heilsa upp á ommu: “Tað var gott at tit komu – eg ætlaði at fara í song, men eg bíðaði eina løtu.” Tá ið eg hevði lisið tvær andaktir, sum vanligt, segði omma: “Les eina aftrat” – og so fekk hon eisini andaktina til 13. januar. Eitt samdøgur seinni, 13. jan., fór hon við sjúkrabili suður gjøgnum nýggja tunnilin fyri fyrstu ferð og norður aftur fyri seinastu ferð 21. jan. 2021.

Vit hava nógv at læra av vísdómsorðum Prædikarans – t.d. tá hann í 3. kap. staðfestir, at “alt hevur sína tíð”.

Omma hevur sett niður, og omma hevur tikið upp. Omma hevur grátið, og omma hevur flent. Omma hevur verið í sorg, og omma hevur dansa. Omma hevur klemma síni, og omma hevur hildið frástøðu. Omma hevur leitað, og omma hevur mist. Omma hevði eitt stórt hjarta, ið rúmaði nógvum. Omma hevur skrætt sundur, og omma hevur seymað aftur. Omma dugdi at tiga, og omma dugdi væl at siga frá. Omma hevur givið, og omma hevur elskað.

Nú hevur omma hevur fingið ævigan og sælan frið. Eg hugsi, at hon var ferðabúgvin og mett av døgum.

Í 1. Tess. kap. 5 vera vit mint á “at takka Gudi fyri alt í øllum førum.” Hetta er trupult at skilja, tí tað er ikki lætt at takka fyri bæði viðgongd og mótgongd í lívinum. Men eg hugsi, at omma var nøgd við lívið, og at hon nú á ellisárum í sínum dagliga gudsótta eisini var nøgd og takksom fyri lívið.

“Ja, gudsóttin saman við nøgdsemi er mikil vinningur; tí at einki hava vit havt við okkum inn í heimin, tað er tá vituligt, at vit ikki heldur kunnu hava nakað við okkum út haðan; men tá ið vit hava føði og klæði, skulu vit vera nøgdir við tað.” (1. Tim. 6,6-8)

Við hesum fáu orðum yvir eitt langt lív fari eg at lýsa frið yvir minnið um Sonju á Reynatrøð.

Takk fyri rík minnir, omma. Vit síggjast.

Signar

Til minnis um Sonju á Reynatrøð

Author: TOF field