Akraberg FD 10

Ikki kann sigast annað enn, at hetta er ein stórhending í okkara kommunu eins og ein stórhending í okkara lokalu skipasøgu.

Nýggji Akraberg er, mær vitandi, fyrsta nýbygda fiskiskipið, ið er komið til bygdina, nú hesi seinastu 45 árini.

Annars eru umleið 87 skip og deksbátar komnir til bygdina síðani Gamli Sámal Petur í 1892 keypti tveymastraðu skonnartina FLORENCE úr Bretlandi.

Hesi 130 árini síðani, eru flestu skipini keypt brúkt úr øðrum londum, ella úr øðrum plássum í Føroyum.

Tó eru 10 deksbátar, teir sokallaðu sluppungarnir, nýbygdir til 3 reiðarar í Fuglafirði, í árunum frá 1908 til 1921.

Hesir vóru allir bygdir í Havn.Umframt hesar, eru 9 størri nýbygd skip komin til Fuglafjarðar frá 1937 til 2022:

Navn Byggiár Stað Eigari

Kyrjasteinur 1937 Danmark Jacob Haraldsen

Vón 1940 Tórshavn Sigurð Simonsen

Norðheim 1946 Danmark Andreas Eliasen

Ólavur Halgi 1959 Portugal Fuglafj. Samvinnufelag

Fiskimúli 1966 Fuglafjørð Brøðurnir Mohr

Gullbrandur 1970 Danmark P/F Port Saide

Gøtunes 1974 Noreg Tórður Thomsen

Brandur 1977 Noreg Óli og Hans Petur

Akraberg 2022 Noreg Framherji

Nýbygdi “Akraberg” er ikki einans nýggjasta skipið í føroyska fiskiskipaflotanum, men eisini tað mest kostnaðarmikla higartil, ja heilar 375 milliónur krónur, varð upplýsti prísurin, nú skipið fór til fiskiskap uppi í Barentshavinum.

Skiparar og manningar hava við sínum drúgvu royndum, saman við einum visionerum reiðara og reiðaríi, ment eina verkætlan, ið er best hóskandi (optimal) til at gagnnýta teirra tilmálda tilfeingi mest og best møguligt.

Akraberg er fiskitekniskt og framleiðslutekniskt í fremstu røð á sínum øki og er ein fyrimynd fyri aðrar. Eisini á umhvørvisøkinum hevur raðfestingin verið høg, all over.

Sum nakað nýtt og sum fyrsta fiskiskip í Føroyum, er ein skipan sett á tey 4 stóru trolweiraspølini, soleiðis at tá tey eru virkin, framleiða tey elektrisitet, sum fer inn á eina battarígoymslu. Haðani kann so elstreymur heintast til ymsikt, til dømis backup skipan til tær elektronisku stýringarnar umborð.

Til seinast vil eg ynskja skipara og manning og reiðaríi hjá Akraberg, góðan byr framyvir.

Til Anfinn og Elisabeth, takk fyri tykkara íkast til okkara lokala, eins og okkara landsbúskap.

Mátti Harrin framvegis signað og varðveitt tykkum øll somul.

Sigurð S. Simonsen

Fuglafjørður

Author: TOF field