Framskák er ein fyritøka, sum við loysnum innan fundartøkni og kunningarskipanir hjálpir fyritøkum í sínum samskifti og dagliga virksemi. Nú hava tey keypt Teldutænastuna.
– Meðan Framskák og Teldutænastan báðar fáast við tøkni, so er tað ymiskt, hvar denturin hevur verið lagdur, skrivar Framskák í tíðindaskrivi:
– Meðan Teldutænastan hevur fingist við teldutænastur, kopi og prent og KT-support, so hevur Framskák lagt fullan dent á fundartøkni, kunningarskipanir og -skíggjar. Við hesum styrkir Framskák sostatt um toymið, men eisini um tænasturnar.
– Hetta snýr seg um at gagnnýta hvønnannan. Við at leggja saman kunnu vit økja um samlaða virksemið, sigur Sigmund Mikkelsen, stjóri, sum setti Framskák á stovn í 2013.
Síðani tá hevur tað gingið við rúkandi ferð hjá Framskák. Við meira enn 300 fundarhølisloysnum, 400 kunningarskíggjaloysnum og 20 starvsfólkum í tali, er tað einki at siga til, at tørvurin á slíkari tøkni og tænastu talar fyri seg.
– Hetta er eitt natúrligt stig í menningini hjá Framskák, leggur stjórin afturat.
Teldutænastan fer ongan veg, men heldur fram á Smyrilsvegi sum vant. Tað er bara tann vinnuligi parturin hjá Teldutænastuni, sum legst aftur at Framskák.
Framskák keypt Teldutænastuna