Her eru seks orsøkir til at vit fáa krabbamein

Vit kunnu fyribyrgja 40 prosent av øllum tilburðum av krabbameini

Tað er vísindaliga prógvað, at tað er samband er ímillum mátan, vit liva upp á og nógvar sjúkur, eitt nú krabbamein. Tey staðfesta tey, sum hava skrivað nýggju krabbameinsætlanina, sum varð latin landsstýrinum hedan dagin.

Fyri ein stóran part er krabbamein sostatt ein lívstílssjúka, og tað merkir, at tað, vit gera, og mátin vit liva upp á, hevur stóran týdning fyri vandan at fáa krabbamein.

Í krabbameinsætlanini hjá ES verður staðfest, at broyta vit lívsstíl, so at vit minka um vandarnar fyri at fáa krabbamein, ber tað til at fyribyrgja umleið 40 prosent av øllum krabbameinstilburðunum.

Tað, sum tey kalla vandatættir er tað sum økir um vandan fyri at fáa krabbamein. Og tey staðfesta, royking og tubbakk, er tann størsti vandin av øllum. Men eisini yvirvekt, ovurnýtsla av alkoholi, at vit røra okkum ov lítið, og tað vit eta, hevur stóra ávirkan. Av øðrum vandatættum kunnu nevnast strálur frá sólini, ella solarium, og HPV-virus, sum kann elva til fleiri sløg av krabbameini, fyrst og fremst í lívmóðurhálsinum, men eisini aðrastaðni. Og tað rakar bæði menn og kvinnur.

Verður hugt eftir eini nýggjari danskari kanning, sum er almannakunngjørd í januar í ár, vísur hon, at tubbak, ella royking, er nógv tað størsta vandamálið, tí umleið 15 prosent av øllum krabbameinstilburðum í standast av royking, og yvir 80 prosent av øllum tilburðum av lungnakrabba, standast av royking.

Men strálur frá sólini, ella solarium er tann næststørsti vandin.

– Samanhangurin ímillum tráling frá sólini ella solarium, og krabbamein í húðini, er einfaldur siga tey. Og tað er so einfalt sum tað, at tess meiri stráling – og tess fleiri sólskáldingar – tú fært, tess størri er vandin fyri at fáa krabbamein í húðina og móðurmerkjakrabba, siga tey. Tølini vísa, at heili seks prosent av øllum tilburðum av krabbameini, standast av strálum frá sólini, ella solarium.

Niðan fyri er ein talva, sum vísir, hvørjar seks tær fresmtu orsøkirnar til at vit fáa krabbamein, eru, og hvussu stórur vandin er. Tað, tey kalla UV-stráling, eru strálurnar frá sólini, ella solarium. Tað, sum eitur radon- og aðrar ioniserandi strálur, eru natúrligar strálur, sum eru í náttúruni, og sum eru sterkari summastaðni enn aðrastaðni.

…..

Um man skal hugsa soleiðis, so er bara at vísa á “dieselgate”… “A study published by Germany’s Federal Environment Agency (UBA) finds that nitrogen oxide (NOx) emissions, the central factor in the dieselagte emissions fraud scandal, pose a “significant burden” on human health and cause thousands of premature deaths in the country every year. “Diesel cars are clearly a significant reason for the harmful nitrogen oxides in the air,” says UBA president Maria Krautzberger.”

“Dieselgate” – a timeline of the car emissions fraud scandal in Germany

Author: TOF field