Meiri fíggjarlig hjálp er á veg til atey við lágari løn
Tað er hjálp á veg til tey, sum eru ringast fyri, sigur landsstýrismaðurin í almannamálum
Nú e hjálp á veg til tey, sum eru ringast fyri, nú nógir prísir eru nógv hækkaðir. Tað sigur Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum. Christian Andreasen, tingmaður fyri Fólkaflokkinum hevur spurt hann, hvørji stig landsstýrið ætlar at taka fyri at bøta um støðuna hjá teimum, sum eru ringast f yri.
Sólvit E. Nolsø, sigur, at samgongan hevur longu boðað frá, at tey, sum eru ringast fyri, fáa nú ein oljustuðul upp á 7.000 krónur. Tað uppskotið verður lagt fram fyrsta dagin og væntandi eru tað einar 400 familjur, sum lúka treytirnar fyri at fáa oljustuðul.
Men annars hevur samgongan gjørt av, at fólk við lágum inntøkum skulu fáa skattalætta næsta ár. Landsstýrismaðurin sigur, at ein familja við tveimum børnum, og sum tjenar minni enn 330.000 um árið, skal vænta sær ein skattalætta upp á 10.000 krónur um árið. Hann leggur afturat, at samgongan fylgir væl við støðuni og hann útihýsir ikki at fleiri tiltøk verða sett í verk.Tinglimir í samgonguni upplýsa, at hjálp er á veg til tey, sum eru ringsast fyri og støða er eisini tikin til at hækka barnafrádráttin.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sigur, at skattalættin er fíggjaður, men hann vil ikki hvussu, tí tað fer at síggjar í uppskotinum til fíggjarlóg, sum verður løgd fram fríggjadagin.
Tað er meiri hjálp á veg til tey, sum eru ringast fyri, siga tinglimir í samgonguni