Negativa innlánsrentan í føroysku pengastovnunum verður helst strikað í hesum árinum.
Tað væntar Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, nú fyrsti danski bankin, Saxo Bank, hevur kunngjørt, at bankin frá 1. juli strikar negativu innlánsrentuna hjá kundum.
Í eini roynd at fáa tamarhald á inflatiónini eru rentubroytingar eitt av teimum sterkastu amboðunum hjá tjóðbankunum, sigur Johnny í Grótinum.
Inflatiónin hevur við sær, at tjóðbankarnir hækka rentuna