Nú hitastigini vórðu tveysiffrað og summarmjørkin sum amen í kirkjuni legði seg yvir Havnina, fór eg ein túr inn á svalligu Strendur, har sýnið er beint út á opið hav, og nógv nýtt verður bygt niðan í brekkuna móti Hálsatjørn.
Men ørindini eru at fara oman í fjøruna at hitta danska Aage Dyssegaard, ið bryggjar øl, sum bara fast til keyps í Urtahavanum. Tað er ein kafé, dygst við Raktanga, sum lýsir seg sjálva við orðunum: ”ein hugnalig kafé Úti við Sker á Strondum. Á matarlepanum er bæði søtt og salt :) og so hava vit eisini onkur tiltøk í skjáttuni!”
Áki, sigur hann klingandi skilliga, tekur fast í hondina og ger mær greitt, at í Føroyum vil hann ikki kallast Aage. Bilsin hoyri eg hann fortelja, at hann undirvísir í rokning á Toftum, er AKT-lærari og brennir fyri trivnaði á skúlanum. Læraraprógvið tók hann í Odense. Tí skuldi hann, eins og 25 onnur, lúka prógv í føroyskum á Setrinum. Tey fimm, ið ikki høvdu føroyskt sum móðurmál, dumpaða øll. Men seinni gekk betur.
Gøtunummurini er høg her um leiðir. Kaféin er við Strandaveg 375, har Strandamáling eisini er, og hinumegin tangan byrjar Selatraðarvegur 450, sum eftir lítlari løtu vindur seg heilt upp í 895, og helst er hægsta talmerkta adressa í landinum.
Urtahavin, sum eisini er nevnt Berintsagerð, er innlagt í 1800-talinum, sigur Jógvan Óli á Fríðriksmørk, sum hevur Strandamáling. Kanska er hetta minst hugsandi inngongd til eina kafé millum fjals og fjøru. Men hevur tú verið í skrivstovulæru í Málingahandlinum í Havn í 1975, so er tað eitt blinkstrandi afturhvarv at síggja tapetbøkur frá Karl Lagerfeld og øðrum klassiskum nøvnum. Og máling er nú einaferð máling.
Fyri endanum á Málingahandilinum er kaféin Urtahavin, har Jansy Kjærbo borreiðir við einum egg og bakon burgara, ið er kallaður eftir Rógva, sum ger máling í handlinum. Ein Rógvi special fyri 75 krónur. Afturvið skeinkir Áki eina Bóndabjór, a farmhouse beer, mild og angandi fruktkend, sum bóndin sjálvur gjørdi, har kornvøksturin er betri og størri enn her hjá okkum. Eins og Mikkeller er nomadubryggjarí, hevur Áki leigað seg inn hjá Okkara á Velbastað, at fáa ágóðan av teirra autorisatión og dugnaskapi. Undan hesum hevur hann bryggjað heima í trý-fýra ár.
Og so spurdi Jógvan Óli, um eg kundi bryggja eina øl. Tað var gaman í, og etikettirnar gjørdi eg sjálvur, sigur Áki, meðan tey gera klárt til 80 ára føðingardag í kaféini í kvøld.
– Eina ølin bleiv til tvær og so tríggjar ymiskar, so eg kundi bryggja og raka eina distinkta breidd, so úrvalið gjørdist ein javnvág.
Onnur ølin eru ein ravlitt Märtzenbier við meira humlu, markantum karamellsmakki og eini festligari ábending av týskari Oktoberfest. Áki heldur festligu ølina upp fyri Strandarljósið, ið kemur inn av Tanganum og sigur, at honum dámar best ófiltreraða øl. Tí so sæst handverkið aftur í glasinum.
– Øl er í fyrstu atløgu so einfalt og tí so hugtakandi at bryggja. Men so uppdagar tú allar variantarnar og møguleikarnar at justera og skrúva upp og niður. Framyvir kanna vit møguleikarnar at brúka vatn úr Sálarbótará, sigur Áki, sum við glógvandi eygum droymir um eitt egið bryggjarí.
Triðja ølin er hin myrkasta, beiskasta og mest spennandi, tí hon hevur hvassasta bit, ein India Pale Lager, sum hevur navn eftir Kumlum, ið er fjørustaðurin beint uttanfyri Urtahavan, sum vit síggja úr glugganum. Ein IPL og ikki IPA í hesum knøppu tíðum við styttingum. Ølirnar, sum eru á fløsku, kosta 65 krónur.
Favorittølin hjá Áka er niðurlendska La Trappe Quadropel, sum er so myrk, søt og kompleks, at hon riggar til ræst kjøt.
Vit skifta orð um ymsar øl til ymisk høvi, og eg leggið tað orðið á borðið, at í løtuni dámar mær best eitt lítið glas av belgiska kirsuberjabrygginum Kriek frá Lindemann í vinstru hond og í høgru hond eitt eins lítið kolakaffisvart glas av Kaffi Stout frá Okkara. Tað er tann perfekt dessertin, hugsi eg.
– Keldan er okkara andaliga heim, sigur Áki, sum er giftur við Turið. Saman hava tey tvær gentur, sum eru 12 og 14 ár. Tey komu til Føroya at búgva fyri fýra árum síðan.
Mær hevur altíð dámt væl at smakka ymist nýtt og serliga nýggjar øl. Tá ein, eg kenni, smakkaði eina øl, sum eg bjóðaði honum, segði, at hesa fór hann heilt vist at gera heima, fór eg at hugsa um til bar at gera eina so góða øl sjálvur.
Í Urtahavanum havi eg nú tríggjar øl, sum til ber at keypa, alt eftir mati og smakki. Mær dámar væl at selja tær her, tí staðið er eins lokalt og ølin. Mær dámar best at einstaka ølin, eins og góður matur, verður notin og ikki bara drukkin fyri alkoholið. Tað passar mær fínt, at tær bara verða seldar her í Urtahavanum, sigur Áki, sum var eitt sindur fjálturstungin um, hvat næstrafólk fóru at siga um ølið og bryggingina.
Sjálvur havi eg ikki upplivað alkoholismu og avleiðingar av henni, men eg skilji fullvæl, at tey, sum hava kent tær beisku royndirnar, als ikki vilja nema alkohol. Eg hugsi eisini, at eg sjálvur hevði havt reagerað soleiðis. Men um onkur heldur, at tað er skeivt, at eg bryggi øl, tí onkur misnýtir tað, so er tað helst eins skeivt at selja bilar, tí at summi koyra ov skjótt. Men eg bryggi øl, tí mær dámar so væl gott øl, sigur Áki.
Hann ætlar at halda fram við tveimum teim mest seldu, og so verður hin minst selda ølin skift út við eina aðra spennandi øl.
Summarbjór frá Áka á Strondum