Tað er í veruleikanum óhugnaligt at staðfesta, hvussu væl vit duga at finna okkum umberingar fyri einki at gera – tá tað snýr seg um at sæta okkum sjálvum.
Kríggið í Ukraina er eitt gott dømi um tað. Um hvussu vesturheimurin letst at hava samhuga við ukrainska fólkinum, uttan tó at gera alt tað, sum vit eru ment fyri at steðga øra vittugginum í Moskva, sum drepur frá hond í einum landi, sum hann vil hava.
Tað er eingin umbering fyri Russland. Og tað eru ongar umberingar fyri ikki at taka alt frá russum og Russlandi og forða stóra og mannafíggindaliga landinum í øllum, sum vit kunnu forða teimum í.
Um vit sóu ein óðan mann og gøtuni drepa frá hond, so høvdu vit gjørt alt vit kundu til tess at steðga honum. Men tað gera vit ikki, tá tað snýr seg um Putin og Ukraina. Vit finna upp á allar møguligar umberingar. Onkur føroyskur politikari tosar um »ósemjuna millum Russland og Ukraina«. Halló, »ein ósemja?«
Eitt ørt apparat í Moskva hevur sent ungar dreingir út at drepa. Nú sita túsundtals ungir russarar svangir og kaldir í uppsteðgaðum russiskum stríðsvongum – og helst bíða, til teir sjálvir verða dripinir, tí øri maðurin í Moskva ikki vil kalla teir heim.
Hvat kunnu vit so í Føroyum gera? Eh, vit selja russarum nógvan mat. Vit kunnu ikki taka matin frá sakleysum russarum. Vit kunnu ikki forða ósekum russiskum sjómonnum at koma í føroyskar havnir. Vit skulu ikki fara í front, vit bíða eftir hinum. Vit bíða eftir Evropa, vit bíða eftir Nato, vit bíða eftir ES. Eg meini tað, bíða, bíða, bíða.
Tað gevur kanska ikki tað stóru meiningina, at Føroyar fara í óðum verkum. Men vit eiga at vera við. Vit eiga at viðganga, at vit kunnu ikki handla við Russland. Vit eiga at viðganga, at vit kunnu ikki tæna russkum reiðaríum og russiskum sjómonnum í føroyskum havnum. Vit skulu einki hava við russar og Russland at gera. Vit eiga at senda allar russar til hús.
Vit og vesturheimurin eiga at kvetta alt samstarv við Russland, so leingi hatta øra vittuggið situr við valdið í Moskva. Vit skulu ikki aftur enda í søgubókunum sum svikafullu grannarnir, sum ikki rættu hond frá síðu, men lótu Vlademir Putin drepa frá hond. Hatta blóðdálkaða bølmenni má steðgast, og tað eigur heimurin at klára so ella so! Tað snýr seg ikki um okkum, men um eitt fólkadráp í einum grannalandi.
Vittuggið í Moskva má steðgast!