Tað hevur týdning at fáa nóg mikið av D-vitaminum

Fólk, sum taka eina multivitamin, har D-vitamin er í, nýtast ikki at taka eyka D-vitaminir.

Gigni, sum veitir heilsutænastur til børn og ung, reisir um dagarnar spurningin, um fólk fáa nóg mikið av D-vitaminum.

Danska Heilsustýrið mælir til, at børn eldri enn fýra ár og vaksin dagliga fáa 5-10 mikrogram av D-vitamin ískoyti í vetrarhálvuni – ella frá oktober til apríl.

Gigni vísir á, at mælt verður eisini til, at børn frá tveimum vikum til fýra ár fáa 10 mikrogram av D-vitaminum dagliga alt árið.

Á okkara breiddarstigi verður ikki evnað nógmikið av D-vitaminum í húðini í vetrarhálvuni.

– Tí verður mælt til, at vit dagliga taka ískoyti av D-vitaminum, og mælt verður eisini til, at ávísir bólkar av fólki taka D-vitaminir alt árið.

Í Gigni vísa tey á, at fólk, sum longu taka eina multivitamin, har D-vitamin er í, nýtast ikki at taka eyka D-vitaminir.

Um heimasíðuna hjá Gigni – www.gigni.fo – kann meira lesast um týdningin av D-vitaminum og um tilmæli í hesum sambandi.

D-vitaminum

Author: TOF field