– Gamalt var, at um dreingir blivu for ómøguligir, so vórðu teir sendir á Flemish Cap í seks mánaðir. So vórðu teir tiknir burturúr.
Tað segði Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum hjá Frelsunarherinum í Havn millum annað á pallborðsfundinum í Miðlahúsinum í gjárkvøldið, har evnið var ung og rúsevni.
– Nú ganga teir og mala í miðbýnum í Havn, og fólk peika eftir teimum.
– Hetta ber ikki til, nú er nokk snakkað, nú mugu vit gera nakað, segði hann.
Sendu teir ómøguligu á Flemmish Cap