Tað eru fólk, sum vilja øllum gott, og so eru tað fólk, sum í verki veruliga gera nakað munagott fyri fólk. Til seinna bólkin hoyrir barndomsvinur mín Martin Kúrberg. Hann virkar í tí dagliga sum leiðari á Herberginum hjá Frelsunar herinum á Dalavegnum.
Herbergið hjálpur fyrst og fremst teimum á niðastu rok, teimum sum av ymiskum orsøkum ikki eiga tak yvir høvdið. Tey fáa eina heita song og morgunmat á Herberginum. Hetta eru oftast fólk, ið hava rúsdrekkatrupuleikar, og eru dottin burturímillum í samfelagnum.
Nú eru Martin Kúrberg og hansara fólk so eisini farin undir viðgerðarstovn fyri ungar rúsevnismisnýtarar. Tey hava umbygt gamla hoteli á Eiði til hetta endamál.
Hetta eru fantastisk átøk, bæði Herbergið á Dalavegnum í Havn og hetta nýggja átakið á Eiði. Saman við øðrum viðgerðastovnum er hetta uttan iva bjargingin, hjá nógvum familjum í neyð.
Nógv avvarandi munna vera takksom um, at onkur tekur um endan, tá tey ikki orka longur.
Gjørdist tí ikki sørt skelkaður at hoyra Martin Kúrberg í útvarpinum greiða frá, at norrmenn hava goldið 12 mió seinastu 5 árini fyri, at Herbergið skuldi hóra undan.
Eftir mínari metan er tað fyrsta skylda hjá einum vælferðasamfelag at hjalpa teimum á niðastu rók. At vit skula dúva uppá, at norskir missiónerar skulu gjalda fyri okkara veiku, gevur mær kensluna at vit á hesum økinum eru eitt regulert U-land.
Talan er ikki um, at vit skula geva herberginum ein blanko kekk, men heldur um at land og kommuna í tøttum samstarvi við Martin Kúrberg og hansara fólk, gera eina greiða ætlan fyri hvat tørvurin er hjá hesum stovnum.
Tað sum eg kenni Sirið Stenberg, ið umsitur málsøkið fyri landið, vænti eg ikki at viljin skortar har.
So er at seta seg niður, land og kommuna og finna hasar pengarnar og játta teir til hetta endamálið sum skjótast.
Tá kommunan kann eiga eina tóma saltsilo fyri 100 milliónir man hon eisini hava ráð at gjalda hesar krónunar til tey allarveikastu.
Vit eiga sjálvi okkara veikastu