Tað er ræðandi at slíkar ódnir kunnu farast at gerast alt vanligari í Føroyum framyvir.
Veðurfrøðingar uttanlands sýna okkara jólaódn stóran ans og halda at hon eigur at granskast fyri at royna at staðfesta hvussu hon er íkomin – kortini eru teir sannførdir um at bræðingin við Arktis er høvuðsorsøkin – hitin í dag á Norðpólinum er 20 stig hægri enn vanligt hesa árstíðina.
Vit Føroyingar hava kanska havt hug at halda at veðurlagsbroytingar fara fram alla aðra staðni enn hjá okkum! Jólaódnin er tíðanverri eitt veruligt úrslit av veðurlagsbroytingum á okkara leiðum.
Á ráðstevnuni hjá SEV í heyst varð veðurfrøðingurin Jesper Teilgaard spurdur hvussu hann helt vit fóru at merkja veðurlagsbroytingarnar sum idag er ein vísindaliga staðfestur globalur veruleiki!
Hann metti at vit framyvir fara at fáa nógv fleiri ódnir og nógv avfall – tíanverri sær tað út til at hann hevur rætt.
Tað skal ikki nógv hugflog til at ímynda sær ógvusligu negativu ávirkanina á Føroyar og okkara lív og búskap um hesir døpru spádómar fara at halda.
Jólaódnin er okkara veðurlagsbroyting