– Reiðiliga helmingurin av kirkjunum í Føroyum er undir so strongum mentanarligum eftirliti, at hetta við longdini er kvalandi fyri tað kirkjuliga lívið, sigur Jógvan Fríðriksson í sínum hjartasuffi
– Avbjóðingin viðvíkjandi teimum 33 kirkjunum í landinum, sum eru yvir 100 ára gamlar, er blivin ein trupulleiki, tí gott og væl helvtin av teimum eru fult friðaðar og viðvíkjandi hinum skulu vit taka mentanarlig atlit vegna aldur.
Tað sigur Jógvan Fríðriksson, bispur, í einum hjartasuffi um dagarnar, har hann mælir til at endurskoða orðingarnar í lógarverki og reglugerðum, fyri at finna útav eini liðiligari javnvág ímillum kirkjuna sum fyrst og fremst gudshús og harnæst mentanarvirði.
– Merkir tað at kirkjan er mentanarvirði og eingin fjøl kann flytast, so er kirkjan ikki nýtsluhús anno 2017, tí fólk í dag seta stór krøv til sovorðið sum hitaviðurskifti og saniterviðurskifti, so hetta er ein stór avbjóðing, sigur bispur.
Hann vísir á, at tað er sera torført at fáa góðkenning til at gera broytingar í kirkjunum.
Kirkjurnar enda sum minnisvarðar