Tað eru nøkur fólk í Føroyum, sum øll eru upp á fornavn við – Tobbi, Todi, Niels Juel, sáli, Mouldi og onnur. Ein annar er Nemus, hvørs fulla navn er Nemus Napoleon Djurhuus. Hann er kanska best kendur sum leiðari fyri skeinkistaðið Mimir, men fara vit nøkur ár aftur í tíðina, so var hann eisini hægst virdi fótbóltsdómari í landinum. Dimmalætting hevur verið og vitjað Nemus, sum hatar, tá fólk siga ”tíðin lekir øll sár”, tí tað ger hon sambært honum ikki. Tað upplivir hann persónliga hvønn dag.
Men hví sigur Nemus, at hann ikki trýr uppá, at tíðin lekir øll sár?
– Hetta er tað størsta vrøvlið, sum nakar kann siga. Tíðin lekir ikki so stórar sorgir, sum tað at missa eitt barn, ella missa ein pápa, sigur Nemus.
Tað eru serliga tvær hendingar í lívinum hjá Nemusi, sum hava havt ávirkan á hansara máta at møta lívinum og heiminum. Sum 17 ára gamal misti hann pápa sín, Tummas Napoleon – eisini kendur sum ”Tonglatummas”, sum var hansara skaldarnavn.
– Eg minnist, at eg lovaði mær sjálvum, tá pápi doyði, at eg ongantíð skuldi gráta aftur. Tað lyftið havi eg hildið, men tað er bara, tá vit tosa um almenna rúmið. Eingin hevur síðani sæð meg grátið, men tá vit mistu sonin Reimar í 2013, komu allar tær ólukkuligu kenslurnar fram aftur. Eg græt ikki alment tá, men havi grátið í tí stilla, og fyri meg sjálvan, nógvar ferðir síðani, og geri tað enn, sigur Nemus.
Tíðin lekir ikki øll sár