Vit mugu læra av hesari farsóttini

Koronafarsóttin verður ikki tann síðsta kreppan av hesum slagnum. Tað sigur aðalstjórin hjá Heimsheilsustovninum, WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus.

– Søgan sigur okkum, at hetta ikki verður seinasta alheimsfarsóttin, og at farsóttir eru ein partur av lívinum, sigur hann á fyrsta “altjóða degnum til fyrireiking av farsóttum” (International Day of Epidemic Preparedness).

Fyrst í hesum mánaðinum samtykti ST, at 27. desember framyvir skal verða “atljóða dagurin til fyrireiking av farsóttum”. Hetta varð gjørt í eini roynd at fáa heimin at gagnnýta tað, sum mann hevur lært av koronafarsóttini, so til ber at fyrireika seg til aðrar heilsukreppur í framtíðini.

Sambært Tedros Adhanom Ghebreyesus kann mann við at seta fleiri pengar í almenna heilsu tryggja, at komandi ættarliðini fáa ein meira mótstøðuføran og burðardyggan heim.

– Vit mugu læra av tí, sum hendan farsóttin hevur víst okkum, sigur aðalstjórin í WHO sambært Ritzau.

Hann vísir á, at koronafarsóttin ikki kom óvart á Heimsheilsustovnin, sum fleiri ferðir gjøgnum árini hevur ávarað um, at har kann koma ein alheimsfarsótt, og at heimurin ikki hevur verið nóg væl fyrireikaður.

Sambært Worldometers.info hava 80,7 mió. fólk seinasta árið fingið staðfest koronasmittuna, og av teimum eru 1,7 mió. deyð. 57 mió. eru vorðin frísk aftur, og 22 mió. eru positiv í løtuni. Av teimum hava 99,5 prosent mild sjúkueyðkenni.

Vit mugu brúka tað, sum vit hava lært seinasta árið at fyrireika okkum til aðrar heilsukreppur, sum fara at koma í framtíðini, sigur Tedros Adhanom Ghebreyesus

Author: TOF field