Í dag 14. mai 2022 eru 74 ár liðin síðani Ísrael varð endurstovnað eftir meiri enn 2000 ára útlegdartíð kring heimin allan.
Kendu profetaorð Esaiasar lýsa so væl endurstovnan Ísraels:
”Hvør hevur hoyrt slíkt! Hvør hevur sæð tess líka! Verður LAND borið í heim eftir einum degi! Verður TJÓÐ fødd eftir einari løtu…? Skuldi eg latið barnið komið í burðarliðin og forðað tí at verða føtt…?”
Umstøðurnar hjá hesum barni, Ísrael, at koma í heimin vóru ikki bjartar. Nei, so ringar, at flestu spáddu, at kom hetta barn út í burðarliðin, so kom tað ikki longur, men fór at verða kvalt í føðingini. Men barnið Ísrael, kom ikki einans í burðarliðin, men kom væl skapt í heim.
Barnið við vánaligu livilíkindunum og døpru metingunum fyllir sjeytifýra í dag hin 14. mai 2022.
Frá at tørva alla møguliga hjálp í føðingini og fyrstu stetlandi fetunum hevur hetta barnið, tjóðin Ísrael, við sínum ómetaligu landnámum á flestu økjum – ikki minst í hátøkni – lønt øllum heiminum við almiklum framstigum.
Í dag fyri sjeytifýra árum síðani endurfesti tjóðin aftur røtur í heimlandi sínum Ísrael.
Vit fegnast, at Sameindu Tjóðir og heimsins lond viðurkendu løgfrøðiliga óðalsrætt jødanna til heilaga landið. Hetta var í eini tíð, tá ið landið mest sum – alt sum tað var – var oyðimørk. Hundraðtúsundtals fermetrar av hesum lítla landi var ódýrkandi mýrilendi.
Úrslitið og lønin fyri drúgva og áhaldandi bardagan móti mýrilendunum og malariasjúkuni gav glæsilig úrslit. Bæði Jisraelsslættin millum fjøllini Karmel og Tabor og Huledalurin norðanvert Genezaretsvatn niðan móti Hermonfjallinum og Golanheyggjunum, tornaðu upp. Malariasjúkan hvarv og fyrrverandi veldigu økini av mýrilendi gjørdust fruktbarastu landbúnaðarøki Ísraels.
Jú, vit føroyingar munnu kenna samhuga við hesum fólki, ið hevur strítt fyri sínum tilverurætti – rættinum at búgva, liva og virka í egnum landi við egnum máli og tjóðareyðkennum.
Fleiri enn fýrati av teimum sjeytifýra árunum, sum føðingardagsbarnið hevur lagt aftur um seg, hevur tað verið mín framíhjárættur at leiða túsundtals av landsmonnum gjøgnum hetta gróðrarmikla og sera framkomna landið, bæði landbúnaðarliga, heilsuliga og tøkniliga. Viðvíkjandi framkomnari tøkni so telist føðingardagsbarnið í fremstu røð millum heimsins tjóðir.
Ísrael er ikki í útjaðaranum av heimssøguni. Nei, vit kunnu siga, at Ísrael er í miðdeplinum í heimssøguni og fer at verða tað.
Gud signi Ísrael. Gud signi Føroyar!
Svenning av Lofti