Týsk tok fara eftir korni úr Ukraina
Týska jarnbreytafelagið, Deutche Bahn, skal hjálpa Ukraina við kornútflutningum, sum er støðgaður upp orsaka av krígnum. Tað upplýsir týski ráðharrin við samferðslumálum, Volker Wissing, fyri týska miðlinum Der Spiegel.
Týsk tok skulu flyta 20 milliónir tons av hviti og øðrum landbúnaðarvørum úr Ukraina, umvegis Poland, til havnir við Norðsjígvin og Adriatarhav.
Kríggið hevur elvt til, at vanligi kornútflutningurin umvegis Svartahav er støðgaður upp. Hetta elvir til ótta um mattrot, serliga í Norðurafrika og Asia.
Eisini amerikanski samferðslumálaráðharrin, Pete Buttigieg, hevur verið til at leggja hesa “tokbrúnna” úr Ukraina til rættis. Greitt varð frá ætlanini í høvuðsstaði Týsklands, Berlin, í gjár.
Heitið “tokbrúgv” sipar til heitið “flogbrúgv”, ið varð brúkt, tá vestanveldini settu serlig flutningstiltøk í verk undir stongslinum av Berlin í 1948-49, skrivar NRK
https://portal.fo/dagur-58568/tysk-tok-fara-eftir-korni-ur-ukraina.grein